Nær byrjar Ternan siglingina um Skopunarfjørð

politikkur16-03-2018 - 17:00 - Jóanis Nielsen

Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum spyr Hendrik Old um nær Ternan fer í sigling um Skopunarfjørð.

1.Nær byrjar Ternan siglingina um Skopunarfjørð?

2.Hvussu nógvar túrar um Skopunarfjørð verður talan um dagliga, og nær á degi verða teir?

3.Hvørja loysn hevur landsstýrismaðurin fyri nólsoyarsiglingina, meðan Ternan røkir sigling um Skopunarfjørð?

Viðmerkingar:Í kjalarvørrinum á trupulleikunum, ið Teistin hevði í vár, gav landsstýrismaðurin lyfti í kjaki í KvF, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum.

Øll sum dagliga ferðast um Skopunarfjørð ásanna, at Teistin eina hevur alt ov lítlan kapastitet at føra bilar um Skopunarfjørð frá páskum, til út í oktober.

Tørvur er sostatt á eini bilferju afturat, sum kann røkja siglingina um Skopunarfjørð, tá fløskuhálsar eru.

Serliga er tað summarferðslan sum er ovurhonds stór til Sandoynna.

Oyggin er sera ferðafólkavinarlig, og velja sera nógvar barnafamiljur at vitja oynna um summarið.

Hetta er gleðiligt, men samstundis er tað ein avbjóðing at flyta allar teir bilarnar, ið hesir summargestir hava við sær, um Skopunarfjørð.

Samstundis vita vit, at virksemið við Sandoyartunlinum fer at krevja nógv av siglingini um Skopunarfjørð. Vit sum samfelag mugu tryggja, at eitt nú fiskavirkingin í oynni ikki fer at líða undir manglandi kapasiteti um Skopunarfjørð.

Vónandi megnar landsstýrismaðurin eisini at tryggja nólsoyingum eina nøktandi farleið, nú landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at Ternan skal røkja siglingina um Skopunarfjørð.