Nær byrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum

Politikkur17-09-2018 - 17:59 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur

til

Poul Michelsen, landsstýrismann

 

viðvíkjandi bygningi til Sjóvinnustýrið



1.     Nær byrjar byggingin av nýggjum Sjóvinnustýrið í Vágum?

 

Viðmerkingar:

Síðani málsøkið, skipaeftirlit, var yvirtikið, hevur stovnurin verið staðsettur í Vágum. Herfyri var valt at flyta stovnin í leiga høli í Tórshavn. Hetta var bert ein fyribilsloysn, tí Landsstýrið segði, at stovnurin skuldi framhaldandi liggja í Vágum. Løgtingið hevur síðan samtykt at byggja nýggjan bygning í Vágum til Sjóvinnustýrið.

 

Síðan tá hevur einki verið at hoyrt um hesa bygging. Landsstýrið hevur seinastu tíðina víst á, at búskapurin er ov heitur, serliga í miðstaðarøkinum, og tí skulu løgur toyggjast. Nú ljóðar, at bygging hjá tí almennað í miðstaðarøkinum ikki skal bíða, men td. bygging av bygningi í Vágum til Sjóvinnustýrið skal útsetast.

Fyri at fáa greiðu á hesum, verður hesin spurningur settur.  



17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður