Myndir: VÍF vann 31-24 á KÍF

Myndir27-09-2017 - 22:19 - Jóanis Albert Nielsen
Í kvøld hevur ein dystur veri í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti. VÍF tók móti KÍF, og høvdu bæði liðini fyrstu stigini til góðar.

Tað var KÍF ið byrjaði dystin betri, og vóru á odda 5-8 eftir eitt korter, so tók VÍF yvir, og hálvleiksstøðan var 12-10 til VÍF. KÍF skoraði bara eitt mál fyrstu 11 minuttirnar í seinna hálvleiki, og vann VÍF dystin fyrstu løtuni av seinna hálvleiki. Tá ið 17. minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var støðan 23-14 til VÍF. VÍF vann dystin 31-24.

Myndir: Jóanis Albert Nielsen / JN.fo