Myndir: VÍF vann 31-21 á VB

Myndir17-11-2019 - 15:22 - Jóanis Albert Nielsen
Oddaliðið í SMS-deildini tók í dag ímóti botnliðnum í deildini, tá ið VÍF og VB møttust í høllini í Vestmanna seinnapartin.

VÍF vann dystin 31-21 eftir hálvleiksstøðuna 17-11. 

Fyri VÍF fekk Heidi Maria Akselsen flest mál, hon fekk 9 mál. Fyri VB fekk Sofía A. Schrøter 7 mál.