Myndir: Vesturskin endaði við einum braki

Mentan02-09-2018 - 11:10 - Jóanis Albert Nielsen

24. august byrjaði mentanarvikan í Vágum Vesturskin, og hon endaði í gjár við einum braki. Útvið 1000 fólk runnu og gingu hálvmarathon um morgunin, og fleiri góð og spennandi tiltøk vóru á skránni ígjøgnum allan dagin.

Mentanarvikan endaði við Vágagongu. 8 tónleikaframførir vóru. Katrin á Borg var í Miðvágs kirkju. Hips um Haps spældu í Broadway. Holgar og Tórfríð vóru í Smiðjuni. Jórunn og Hans vóru á Gamla hotellinum. Kvæði var í Beitinum. Ghostriders í Listastovuni, og til síðst framførdi Vágaverk á miðstaðarøkinum í Miðvági.

Vágagongan var sera hugnalig og fleiri 100 fólk vóru til tær ymisku framførslurnar í gjárskvøldið.

Sigast má at Vesturskin hevur verið sera væl fyriskipað av Visit Vágar, saman við Sørvágs og Vága kommunu.