Myndir: Vatnkríggj í Klaksvík

Mentan17-08-2019 - 14:49 - Jóanis Albert Nielsen

Tekstur og myndir Dávur Winther: Í gjár fleyt øll vágin í vatnkríggi, sum altíð er stuttligt og stórsligið, við Brimli í miðdeplinum og annars heldur skil á. Tá fer maður av húsi, men sjálvandi eru mammurnar og børnini við eisini og tey stuttleika sær óført.

Sjómannadagur er í dag við drúgvari skrá, har fyrst Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

Síðani koma seglskipini á Klaksvík og leggja at bryggju innast í krókinum við Stórukaj. Talan er um Jóhannu TG 326, Westward Ho, Dragan, Brimnes, Norðlýsið og Thorshavn.


Kl 10.30 verður Merkið vundið á stong og umboð fyri manning, sum hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merkið í húnar hátt, meðan Tjóðsangurin verður sungin.

So verður boðið til stóra KAFFIBORÐ á bryggjuni niðanfyri Fornminnasavnið eftir at tjóðsangurin er sungin. Tá er borðreitt við Kaffi, Te, Kakao, sjómannabollum og vinarbreyði.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin, og síðani setur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag og handar bestu skipum og bátum í Føroyum, heiðursmerki.

Heiðursmerki handaði til vinnarar av fiskikappingini og tann, sum hevur fiskað allar størsta fiskin, sum verður útnevndur Fiskikongur/drotning.

Og sjálvandi gleða vit okkum øll til heimsins besta Fisk og Chips frá Hanus Hansen og alt annað av handans slagi, sum verður boðið við havnalagið – og so er tað ókeypis afturat.