Myndir: Trý skip við bryggju í Miðvági

25-03-2019 - 18:03 - Jóanis Albert Nielsen
Snarfrost hevur latið upp aftur, og tað hevur broytt bygdarmyndina í Miðvági. Eftir at so at siga einki skip hevur verið við bryggju í Miðvági í fleiri ár - er lív nú komið í aftur. 

Leygardagin komu teir báðir sørvágstrolarnir á Miðvág. Vesturleiki skal landa til Snarfrost í morgin, teir hava 100 tons av svartkalva. Brestir ger klárt at fara nýggjan túr.

Uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna kom á Miðvág sunnudagin. 

Vit tóku hesar myndirnar í dag.