Myndir: Tjaldingarøkið verður stormað

Myndir11-07-2018 - 19:36 - Jóanis Albert Nielsen

G!:Tjaldingarøkið á G! 2018 er hervið opnað og sostatt er ársins festivalur skotin í gongd. Kom við ein túr og hitt tvær ungar frískar gentur, ið eru á G! fyri ávíkavíst fyrstu og fimtu ferð

Nú er hol sett á G! Festival 2018, tí tjaldingarøkið er opnað! Vit hava tosað við tvær ungar frískar gentur, ið eru á G! fyri fimtu ferð og hin fyrstu ferð.

Kring tjøldini hava fólkini verið í kreativa lagnum, her eru bæði sofur, fløgg og camp nøvn, sum eru við til at skapa eitt heimligt øki at búsetast í teir næstu fýra dagarnar. Harumframt er lagið gott og fólkini halda stemningin uppi, hóast veðrið er eitt sindur yvirskýggjað.

G! fyri fyrstu ferð / G! fyri fimtu ferð

Fyri summi er tað rein rutina at fara á G!. Hjá øðrum er hetta allar fyrstu ferð.

Vit hava tosað við tvær gentur úr Havn - 19 ára gomlu Johonnu Langaard og Gunnvu Jacobsen. Fyri Johonnu er hetta fimtu ferð á G! og hjá Gunnvu er hetta fyrstu ferð.

Hví ert tú farin á G?

Gunnva: Eg havi hoyrt so sjúkliga nógv um G! og allir mínir vinir fara. Eg havi jú ikki verið á festivalinum fyrr og eg føli, at tað er nakað man má uppliva - serliga tjaldingarøkið.


Johanna: hmm.. Veitslan! Mær dámar eisini væl at møta nýggjum fólki eins og njóta føroyska summarið.


Hvat gleða tit tykkum mest til?

Johanna: hvørt ár gleði eg meg mest til at vera á tjaldingarøkinum, tað er her mær dámar best at vera. Kortini gleði eg meg eisini til tónleikabólkin Scarlet Pleasure og G! Paraduna.

Gunnva: Eg gleði meg nokk allar mest at uppliva tjaldingarøkið og stemningin har. Men eisini at hoyra tónleikin, serliga Rag’n’Bone Man og Scarlet Pleasure.

Orð og myndir: G! Festivalurin.