Mynd: PHILIPPE WOJAZER

Myndir tiknar inni í Notre Dame dómkirkjuni

Myndir16-04-2019 - 07:48 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár kom stórur eldur í Notre Dame dómkirkjuna í París í Frankaríki.

Notre Dame-dómkirkjan er ein av teimum bygningunum, flest ferðafólk í Fraklandi vitja.

Byrja var at byggja kendu dómkirkjuna í 1163, og ikki fyrr enn umleið 200 ár seinni stóð hon liðug í 1345.

Kirkjan er 128 metrar long, og 48 metrar breið. Har hon var hægst var hon 69 metrar.