Myndir: Sigurfarið eitur nú Sandra

Myndir03-03-2019 - 21:02 - Jóanis Albert Nielsen
Teir báðir Jóan Hendrik Garðshorn og Jónhard Fróði Danielsen keyptu fríggjadagin Sigurfarið úr Klaksvík. Teir vóru ein lítlan túr suður úr Mykinesi í gjár og komu á Sørvág í gjár.

Teir báðir hava gjørt av at geva bátinum eitt navn, og navnið fall á SANDRA, báturin er nú uppkallaður eftir dóttir Jóan Hendrik.

Sandra er ein 50'tonsari, báturin er bygdur í 1967 á Æreskøbing skipasmiðjuni í Danmark. 

Sandra hevur 10 snellur, og er ætlanin at fara útaftur týsdagin. Teir sigla báðir uttanlanda vanligt, Jóan Hendrik siglir við gassskipi meðan Jónhard Fróði siglir hjá Mærsk.

Teir báðir hava eisini royndir innan fiskivinnu. Teir hava verið við trolara, línubáti og eisini hava teir nakrar royndir við snellu.

Sandra er nú heimahoyrandi í Tórshavn.