Myndir: Rigga til Country festivalin

Myndir11-06-2019 - 22:26 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið er tann árligi Country & Blues festivalurin í Sørvági.

Vit vóru ein túr við myndatólinum í Sørvági í kvøld, og har vóru nógv fólk sum riggaðu til festivalin. Fyrsta tiltakið er mikukvøldið tá ið vælumtókta eldratiltakið er á skránni.

Hósdagin er aftur eldratiltakið á skránni. Bassafestivalur byrjar klokkan 17. Frá 20 til 24 er tónleikur í Western Saloon.

Fríggjardagin byrjar festivalurin av álvara, og verður hann eisini settur tá. Nógv tiltøk eru á skránni fríggjadagin og leygardagin.