Myndir: Rescue Lív og HDMS Vædderen hava havt venjing

Myndir17-07-2018 - 18:12 - Jóanis Nielsen

Í síðstu viku høvdu verjuskipið Vædderen og Rescue Lív eina venjing eystan fyri Nólsoy. Vædderen hevði havt eina spreinging umborð og boð vóru send eftir rescue Lív, Manning fór frá Lív umborð á Vædderen og har vóru fólk sum vóru komin sera illa til skaðis, uppgávan bleiv nú at gera lívbjarandi fyrstuhjálp til tey skøddu.

Ímeðan tey skøddu blivu gjørd klár til flytan, fekk Rescue Lív boð um at fara at leita saman við Vædderen eftir einum persóni sum var dottin á sjógv, tað bleiv eitt leiti mynstur gjørt og so fóru bæði skipini undir tað venjingina, leggjast kann aftur at at atl samskiftið var á enskum málið, hetta so at manningin til eina og hvørja tíð er klár uppá at fara til útlensk skip at hjálpa.

Venjingin gekk sera væl og er avgjørt at hetta verður gjørt aftur. Takk til Artisk Komando og HDMS Vædderen fyri eina sera góða og harða venjing.

Tíðindaskriv frá Rescue Lív.