Myndir: NSÍ vann 3-2 á 07 Vestur

Myndir01-10-2017 - 17:54 -
07 Vestur tók í dag móti NSÍ, tá ið 25. umfar í EFFO-deildini var leikt.

Tað var 07 Vestur sum legði seg á odda fyrst tá ið Søren Nielsen skoraði til 1-0. Jann Benjaminsen javnaði til 1-1 eftir 43. min. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki legði Petur Knudsen NSÍ á odda 1-2. Pól Jóhannus Justinussen økti um munin tá ið 57. min vóru leiktir. Søren Nielsen minkaði um munin við brotsspartikið í 74. min. til støðuna 2-3. NSÍ vann dystin 3-2.

Les eisini: Nú er tað upp til B68 um 07 Vestur verður verðandi í EFFO-deildini