Myndir: Nógv skip liggja við bryggju í Suðuroynni

Myndir11-01-2020 - 16:02 - Jóanis Albert Nielsen
Tað eru nógv skip sum liggja við bryggju í Suðuroynni.

Á Tvøroyri landar Jupiter í løtuni makrel til Varðan Pelagic. Tá ið liðugt er at landa Jupiter sleppir Gitte Henning 1 framat. Suðringur og Arctic Voyager liggja eisini á Tvøroyri.

Í Vági kroka klaksvíkstrolarnir Fuglberg, Stjørnan og Polarhav.

Hamranes og Breiðanes komu á Hvalba fyri løtu síðani. Umframt teir báðar liggur Steintór við bryggju í Hvalba.