Myndir: Neistin vann 29-26 á KÍF

Myndir14-02-2021 - 18:06 - Jóanis Albert Nielsen

Neistin tók í dag ímóti KÍF í seinnu hálvfinaluni millum liðini í Faxe-kondi steypakappingini. Neistin vann fyrra dystin 25-24.

Tað var Neistin ið byrjaði dystin betri, og kom á odda 5-2 eftir 8. min. Tá ið 19. min. vóru leiktir var støðan 8-11 til KÍF. Hálvleiksstøðan var 15-15. 

Í seinna hálvleiki var Neistin tað betra liðið og vann dystin 29-26. Við sigrinum hevur Neistin leikt seg víðari í steypafinaluna.

Fyri Neistan fekk Julian Kragesteen flest mál, hann fekk 6 mál.

Fyri KÍF fekk Hans Eli Sigurbjørnsson flest mál, hann fekk 8 mál.