Myndir: Neistin vann 27-25 á Kyndli

Myndir10-02-2019 - 19:39 - Jóanis Albert Nielsen
Neistin og Kyndil hava í kvøld spælt seinasta dystin í bólkaspælinum í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum. Bæði liðini høvdu spælt seg víðari, men undan dystinum var ikki greitt hvør endaði nummar eitt í bólkinum. 

Neistin vann dystin 27-25 eftir hálvleiksstøðuna 13-13, og fór Neistin tí víðari sum eittari. 

Bestu skjúttar í dystinum vóru Tróndur Kragesten fyri Neistan við 6 málum. David Edvardsen fekk 9 mál fyri Kyndil.

Neistin skal møta KÍF í hálvfinaluni.
Kyndil skal møta H71 í hálvfinaluni.