Myndir: Minesto sjóvarfalsorka verður veruleiki hósdagin

myndir30-06-2020 - 18:32 - Jóanis Nielsen

Samstarvið hjá Minesto og SEV um sjóvarfalsorku í Vestmannasundi er nú komið væl áleiðis. Fyrri av tveimum drekum er komin til landið og verður lagdur út hósdagin.

Vit hava tikið nakrar myndir á Oyrargjógv, har streymurin skal koma í land og á Vestmanna har útgerðin hevur ligið, sum skal leggjast í Vestmannasund.