Myndir: KÍ vann 2-0 á 07 Vestur

ítróttur09-04-2017 - 18:52 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur fekk í dag vitjan av KÍ á Dungasandi í Sørvági, undan dystinum hevði 07 Vestur fingið 0 stig fyri sínar báðar dystir, og KÍ hevði fingið 2 stig fyri sínar dystir.

Dysturin var ikki meira enn byrjaður so fekk KÍ langt seg á odda við málið frá Jóannes Bjartalíð. Tað var eisini KÍ ið vísti meira spæl fyrst í dystinum, men so við og við kom 07 Vestur meira inní dystin, og liðini spældu javnt upp móti hvørjum øðrum seinni hálvu av fyrra hálvleiki.

Tað var 07 Vestur ið hevði nógv tað mesta at bjóða uppá í seinna hálvleiki, og høvdu teir eisini onkran góðan møguleika, Holgar Durhuus rakti tvørtræði eftir fríspark. Sølvi Egilson royndi seg við langskotið ið málverjin fekk koyrt uppum, og so skuldi Holgar havt skorað, tá ið hann í 16-metrinum stóð púra fríður, men skotið frá honum fór uppum. Móti endanum av dystinum skoraði Páll Klettskarð til 0-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.