Myndir: Hýruvognur kolaðist upp á Hálsi í Sandavági

myndir22-05-2019 - 19:18 - Jóanis Nielsen
Beint eftir klokkan 18 í kvøld fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var komin í ein bil á Hálsi í Sandavági.

Løgreglan og sløkkiliðið hjá Vága kommunu vóru skjótt á staðnum, og tað tók bert 17 minuttir frá sløkkiliðið hjá Vága kommunu fekk boðini til eldurin var sløktur.