Myndir: Heyst kappríðing í Vágum

Myndir19-08-2017 - 19:11 - Jóanis Albert Nielsen

Heystkappríðing hevur verið við flúgvarabedingina í Vágum í dag. Tað vóru 20 ross tilmeldaði til teir 5 bólkarar sum kappast varð í, teir vóru skeið, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.

Svenning Reinert, sum hevur riði kapp í meira enn 60 ár, hevði undan kappingini boða frá, at hetta var hansara seinasta kappríðing har hann kappast í Vágum.

Byrja varð í greinini skeið, har kappast verður á 100 metrum ein og ein, har gjørdust úrslitini hesi:

Nr. 1 – Gylling við Regin Johannesen á baki, við tíðini 8,33 sekund.

Nr. 2 – Brúni við Jóannes Debess á baki, við tíðini 8,93 sekund.

Nr. 3 – Syrpa við Bárður Johannesen á baki, við tíðini 9,42 sekund.

Síðan varð fari til trav, har kappast verður á 250 metrum, har gjørdust úrslitini hesi:

Nr. 1 – Savoy við Eiler Joensen á baki, við tíðini 41,94 sekund

Nr. 2 – Fenja við Hallur Hansen á baki, tíðini 43,83 sekund.

Nr. 3 – Brynjar við Regin Johannesen á baki, við tíðini 44,78 sekund.

Síðani bleiv kappast í tvíspor ung, har tað eisini verður kappast á 250 metrum, har gjørdust úrsilitini hesi:

Nr. 1 – Spirit við Randarsól Heinesen á baki, ivð tíðini 20,80 sekund.

Nr. 2 – Pegasus við Angeliku av Sondum á baki, við tíðini 21,40 sekiund.

Nr. 3 – Teista við Vár Joensen á baki, við tíðini 21,90 sekund.

Síðani bleiv kappast við tvíspor vaksnum, har tað bleiv byrja við 2. flokki. Har gjørdust úrsilitini hesi:

Nr. 1 - Tobbi við Tummas Davidsen á baki, við tíðini 21,37 sekund.

Nr. 2 – Hnota við Siri S. Joensen á baki, við tíðini 21,44 sekund.

Nr. 3. – Tyra við Annu Magnussen á baki, við tíðini 22,20 sekund.

Til síðst bleiv kappast í tvíspor 1. flokki, har tey skjótastu rossini kappast, har gjørdust úrslitini hesi:

Nr. 1 – Fúsi við Beintu G. Davidsen á baki, við tíðini 19,27

Nr. 2 – Óðin við Marner Joensen á baki við tíðini 19,33.

Nr. 3 – Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki, við tíðini 20,72.

Eftir kappríðingina blivu heiðursmekir handaði til øll sum høvdu vunnið, og til síðst bleiv Svenning Reinert heiðraður, og Vága ríðingafelag handaði Svenningi gávu, sum tøkk fyri, at hann hevur luttikið í kappingunum hjá Vága ríðingafelag.