Myndir: Hava verið í Vestaruskor í dag

Myndir22-09-2017 - 21:00 - Jóanis Albert Nielsen

Sandavágsmenn fóru í morgun í Vestaruskor eftir veðrum, fari var til gongu frá endanum av vegnum norðan fyri Vatnsoyrar, gingi var so norðeftir til Vestaruskor, sum er norðantil í Vágum, vestur frá Slættanestanga.

18 hornaseyðir vóru sleptir 19. mai, og í dag komu 17 aftur. Skoramennirnir komu eisini aftur á vegnum norðanfyri Vatnsoyrar, ein teinur ið er omanfyri 20 km.

Sí myndir frá 19. mai her.

Myndirnar hevur Jóhannus Hansen tikið.

Sí fleiri myndir her frá túrinum í dag.