Myndir: H71 vann á SÍF í steypakappingini

ítrótttur02-12-2020 - 22:38 - Jóanis Nielsen

Í kvøld var undandystur á Giljanesi í Faxe-kondi steypakappingini hjá monnum. SÍF tók ímóti teimum næstbestu hjá H71.

Dysturin byrjaði javnt og fylgdust liðini fyrstu 5 minuttirnar tá ið støðan var 2-3 til H71. H71 fór tá frá SÍF og tá ið 15. minuttir vóru leiktir var støðan 2-8 til gestirnar úr Hoyvík. Hálvleiksstøðan í dystinum var 6-17 til H71.

H71 fór longri frá SÍF í seinna hálvleiki, og vann H71 dystin 17-32. Við sigrinum spældi H71 2 seg víðari í steypakappingini, og skulu spæla í bólkaspælinum fyrst í 2021.

Hesir vóru við í dag:

SÍF: Jóanis Albert Nielsen, Uni F. Nielsen 4, Tóri Nielsen 1, Rói E. Hentze. Rói B. Ehlers, Alberg B. Lutzen 3, Mattias V. Jacobsen 4, Silas Eyðsteinsson, Djóni V. Højgaard, Oskar í Haraldstovu 4, Brandur Hovgaard, Sámuel Eyðsteinsson, Ísak Johansen, Evald í Løðu, Páll Ólavson og Asbjørn Heðinson 1.

H71: Ragnar Karlsson, Andrass Klein 1, Mark L. Marcher 4, Tórmóður Djurhuus 7, Bergur Hentze 6, Ólavur Djurhuus 3, Bogi Mikkelsen 3, Hans Pætur á Mýrini 1, Aron Torsteinsson 4, Jón Rói Høgnesen 1, Hjarnar Vang 1, Teitur Morltsen og Ari Rúnason 1.

Áskoðarar: 100