Myndir: Grindin hevur lagt beinini í Havn

Myndir16-06-2017 - 15:21 - Jóanis Albert Nielsen

Beint eftir døgurða í dag, fekk løgreglustøðin í Havn eina fráboðan um, at grind var eystanfyri Nólsoynna. Nógvir bátar fóru til grindina, og var hon rikin á Havnina. Sera nógv fólk vóru á Sandagerði, og metur myndamaðurin hjá jn.fo at grindin ið hevur lagt beinini telur 200 hval.

Hygg eisini HER.