Myndir: Granatin á Middagsfjalli er gjørd óskaðilig

Myndir26-06-2019 - 16:33 - Jóanis Albert Nielsen

Arktisk Kommando fekk í síðstu viku eina uppgávu frá løgregluni í Føroyum.

Talan var um eina enska fosforgranat sum var funnin á Middagsfjalli í Miðvági.

Arktisk Kommando sigur, at talan var um eina granat ið hevur søguligan áhuga, tí var valt at gera hana óskaðaliga í staðin fyri at spreingja hana, og lata Krígssavnainum í Vágum granatina.

Mattias Olsen úr Sandavági, sum fann granatina, vísti Ove Ritter, sum er sersjantleiðari og lóðurruddari á Arktisk Kommando, á staðið. Ove tók sær av at gera granatina óskaðiliga.

Arktisk Kommando verður boðsent umleið 30 ferðir um árið at gera lóðurruddingar uppgávur í Føroyum og Grønlandi.

Um ein persónur finnur ein lut, sum kann innihalda speingievni, so skal løgreglan fáa fráboðanum um tað, og verður avgerð síðani tikin um hvat skal henda.