Myndir frá ruddingini í morgun

25-05-2018 - 11:58 - Jóanis Nielsen

Vit tóku nakrar myndir tá ið skúlabørnini rudda í morgun.

Fríggjadagur 25. mai:

Borgarar rudda á egnum grundøki.

Kl. 16.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.

Kl. 08.00-11.30: Skúlin á Giljanesi hevur ruddingardag. Vísið teimum ans í ferðsluni!

Kl. 10.00-12.00: Barnagarðarnir hava ruddingardag. Vísið teimum ans í ferðsluni!

Kl. 18.00-19.30: Áhugaverd verkstova við Maud Wang Hansen; kom og fá íblástur til at gera tín egna kompostkassa, samstundis sum tú fært vitan um kompost; hvat kann komposterast? Eisini fer Maud at tosa um køkshava; hvat skal til, fyri at koma í gongd? Hvat kann fáast at trívast í føroyska veðurlagnum?

Stað: Bygdaskúlin í Miðvági; viðrar, vera vit uttanfyri.

Leygardagur 26. mai:

Borgarar rudda á egnum grundøki.

Kl. 14.00-19.00: Umhvørvisplássið er opið.

Kl. 09.30: Felags morgunmatur á skúlanum á Giljanesi.

Kl. 10.30: Vit seta niður trø uttan fyri skúlan á Giljanesi. Børn, foreldur og borgarar annars arbeiða saman. Havið spaka við. Eisini fara vit at hegna av, soleiðis at seyðurin ikki sleppur framat.

Kl. 13.30: Verkstova við Hjørdis Gregersen; høsnahald – hvussu komi eg í gongd? Hvat havi eg brúk fyri at vita? Sløg av hønum, verping, fóður o.s.fr. Við á verkstovuni verða ymisk sløg av hønum og høsnarungar, sum børnini kunnu síggja.

Kl. 14.00: Vit fara at grilla.

Tónleikur við Jórunn Gudmundsen og Hans Ravnsfjall.

Kunning um hjartastartaran; møguleiki fyri fólk við fyrstuhjálparskeið at tekna seg til skeið, at læra at brúka hjartastartaran.

Kunning um samvelting; møguleiki fyri at seta seg á lista til nýtslu av jørð til at velta á – at gera sær ein køkshava.

Sunnudagur 27. mai:

Vága Gongufelag skipar fyri gongutúri til Jatnagarðar; ein spennandi og fantastiska flottur túrur.