Myndir: Føroysku kvinnurnar eru komnar aftur

Myndir12-06-2017 - 21:37 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið hevur føroyska landsliðið í kvinnu hondbólti spælt EM-undankappingardystir. Føroyska liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna báðar dystirnar. Fyrst 25-24 á Grikkalandi, og síðani 20-17 á Finnlandi, og hava føroysku kvinnurnar tí spælt seg víðari.

Um 20-tíðina setti rutuflogfarið hjá Atlantic Airways seg í Vágum, og umborð vóru føroysku hondbóltkvinnurnar. Á flogvøllinum var ein móttøka fyri teimum.

Vit tóku nakrar myndir.