Myndir: Flogfar úr Dubai kom til Føroyar seinnapartin

Myndir15-07-2018 - 23:58 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 10 í morgun skuldi eitt flogfar úr Dubai umvegis London seta seg í Vágum, flogfarið talan er um er av slagnum Boeing 737-800. Flogfarið fekk ikki sett seg fyri mjørka og fór tí til Bergen, tað royndi síðani aftur, og klokkan 16 seinnapartin í dag setti flogfarið seg í Vágum.

14. juni í fjør var fyrstuferð eitt Boeing 737-800 flogfar setti seg í Vágum, sum eisini er tað størsta ferðafólkaflogfarið ið hevur sett seg í Vágum. Í dag setti so eitt Boeing 737-800 flogfar seg afturat í Vágum, so nú hava tvey Boeing 737-800 flogfør sett seg í Vágum sum jn.fo veit um.

Flogfarið er 39,47 metur langt og 35,7 metur breitt.

Atlantic Airways og SAS brúka Airbus 319 og Airbus 320 tá ið tey flúgva til Føroyar. Airbus 319 33,84 metrar langt, meðan Airbus 320 er 37,57 metrar langt.

10. oktobur fyrraárið gjørdi Airbus royndarflúgving uppá Føroyar við einum Airbus 321neo flogfarið, men flogfarið sett seg ikki. Tað flogfarið var 44,51 metrar langt.

Sí myndir og filmsbrot frá tá ið hitt Boeing 737 flogfarið setti seg í Vágum her.

Sí myndir og filmsbrot frá tá ið Airbus gjørdi royndartúr við Airbus 321neo flogfarinum her.