Myndir: Fleyr vann 3-1 á ÍF

ítróttur16-02-2019 - 21:26 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir at ÍF seinastu tveir dystirnar í landskappingini hevur vunnið 3-2 á Fleyr, var tað vent í holuni í dag. Nú var tað Fleyr, sum var omaná við einum 3-1 sigri, í einum sera jøvnum, væl spældum og undirhaldandi dysti.

Annars var tað ÍF, sum kom best frá byrjan og vann eitt sera spennandi fyrsta sett heili 28-26.

Í øðrum setti var tað Fleyr, sum hevði munin og vann 25-20, áðrenn farið var undir tey seinastu tvey jøvnu settini.

Men í dag var tað sum sagt Fleyr, sum betri megnaði at halda fast tá ástóð. Havnaliðið vann bæði tey næstu settini við minst møguligum muni á 2 stig. Settini endaðu 25-23 og 26-24.

Sostatt verður tað Fleyr, sum skal royna at koppa Mjølni í steypafinaluni 2. mars. Higartil hevur Mjølnir vunnið allar sínar dystir í landskappingini, men enn eru 14 dagar at fyrireika seg til finalurnar.

Settini endaðu 26-28, 25-20, 25-23 og 26-24.