Myndir: Ferðsluóhapp á Vatnavegnum

Myndir19-03-2017 - 12:31 -
Beint eftir klokkan 11 í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Vatnavegnum í Vágum.

Ein drongur sum er í 20'inum koyrdi bilin, sum rendi niðan av vegnum við gjónna í Líð.

Drongurin er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.