Myndir: Ferðamannaskip fyri vágnum

Vinna17-06-2019 - 23:51 - Jóanis Nielsen

Í kvøld kom ferðamannaskipið RCGS Resolute at liggja fyri akkjer á vágnum í Sandavági.

RCGS Resolute kom í morgun á Havnina, eftir at hava verið í Skotlandi. 

RCGS Resolute var tikin í sigling í 1991. Skipið er í dag heimahoyrandi á Bahamas. RCGS Resolute er 123 metrar langt og 18 metrar breitt.

Skipið tekur 184 ferðafólk, og manningin telur 125 fólk. 

Ferðafólkini skulu vitja í Vágum í morgin.