Myndir: EB/Streymur vann 3-0 á 07 Vestur

Myndir20-09-2017 - 20:55 - Jóanis Albert Nielsen

EB/Stremur tók í kvøld móti 07 Vestur í 23. umfari í EFFO-deildini. Fyri bæði liðini var tað kærkomi um tey fingu trý stig, og tí kundu vit vænta okkum ein tættan dyst við Margáir, men so bleiv ikki.

EB/Streymur var nógv tað betra liðið á vøllinum, og tá ið Leif Niclasen legði EB/Streym á odda 1-0 eftir góðar 30. min. var tað fultuppiborði at tað var heimaliðið ið kom á odda. Málið kom eftir at 07 Vestur misti bóltin í uppspælinum, og soleiðis kom eisini seinna málið góðar 5. min. seinni tá ið Pætur Petersen skoraði til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. 

Vágamaðurin Rógvi E. Nielsen staðfesti sigurin við brotssparkmáli tá ið hann skoraði til 3-0 fyri EB/Streym góðar 10. min. inní seinna hálvleik.

Eftir dagsins umfar hevur 07 Vestur 6 stig upp til liðið ið er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, tað eru Suðringar.