Myndir: Brestir er komin heim undan Eystur-Grønlandi fullfermdur

Myndir01-08-2020 - 12:40 - Jóanis Albert Nielsen

Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur fiskað svartkalva við Eystur-Grønland, kom í morgun á Miðvág fullfermdur av svartkalva, Brestir hevur góð 300 tons.

Brestir fór úr Føroyum 15. juni, teir fingu trupulleikar við trolspølunum, so teir noyddust inn í Íslandi, tá ið túrurin var hálvur, Annars hevur viðrað væl og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað eru 13 mans við Bresti skipari er Thorman Niclasen úr Bø.

Brestir skal landa í Miðvági.