Myndir av Uttanhús

mentan30-09-2019 - 17:04 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar hava í dag verið á fjalli á Uttanhús, teir fóru í dimmalættingini í morgun, dagurin royndist væl, tað gekk væl at reka, teir komu í rætt á middegi.

Tað var eitt lot av norði, seyðurin lá lágt.

Vit vóru við og tóku sjálvandi nakrar myndir.

Annars eru fleiri fjøll gingin í dag, miðvingar vóru eisini á Heimara Leiti, sandavágsmenn vóru í Eyðanstovuhagnum og eisini í Giljum.