Myndir: Arctic Voyager landar til trý virkir

Myndir21-10-2018 - 16:10 - Jóanis Albert Nielsen
Fyri einum góðum tíma síðani kom Arctic Voyager stimandi norð ígjøgnum Vestmannasund, og fór á Vestmanna har teir skulu landa til Vestmanna Seafood.

Arctic Voyager hevur verið á sildafeltinum norðanfyri Føroyar, og tá ið vit ringdu umborð var sagt at teir høvdu 700 tons.

Arctic Voyager byrjar at landa til Vestmanna Seafood og verður so nógv landa í Vestmanna sum virki klárar at taka ímóti. Eisini verður koyrt í tangabilar sum skal suður til virkið í Hvalba. Restin av lastini verður landa til Pelagos í Fuglafirði.

Enn er óvist hvussu nógv verður landa til hvørt virkið.