Myndir: 700 fólk runnu og gingu Føroya vakrasta hálvmarathon

ítróttur02-09-2017 - 18:19 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag hevur Føroya vakrasta hálvmarathon verið í Vágum, sum nú eisini er Føroya rennitiltak. Heili 700 fólk runnu og gingu úr Gásadali til Sandavágs, sum er 21,1 km. 

Tey 700 sum vóru við koma frá 8 ymiskum londum: Pólland, Ísland, Týskland, USA, Føroyar, Stóra Bretland, Danmark og Finnland.

Tíðirnar síggjast við at trýsta her.

Myndamaðurin hjá JN.fo var og tók myndir.