Myndir: 200 fólk arbeiða við at byggja Varðan Pelagic uppaftur

Myndir08-06-2018 - 14:22 -
Tann 9. juni í fjør brendi Varðin Pelagic á Tvøroyari í grund. Tað gongur væl at byggja nýggja virkið uppaftur. Vit hava verið í samband við Ólavur Bjarkhamar, sum er framleiðsluleiðari á Varðanum Pelagic. 

Ólavur sigur, at tað gongur væl at byggja nýggja virkið upp aftur, tað arbeiða 200 fólk við at fáa virkið klárt at taka móti makreli í august mánað. 

Nýggja framleiðsluvirkið verður 13500 m2 til støddar, tá ið man so tekur frystigoymsluna og kontórini við so er støddin 20500 m2. 

Tað koma at arbeiða 120 fólk á virkinum tá ið, og tá vænta tey á Varðanum at tey klára at taka móti 1200 tonsum um døgnið. Eisini skulu tey arbeiða surim og tá koma so eini 20-30 fólk at fáa arbeiði har afturat.

Við nýggja virkinum verður nógv hugsa um at hava so stóra virðisøking sum møguligt, tí koma tey eisini at arbeiða nýggjar vørur, so sum. Einkult frysta fløk og avhøddan fisk, eisini koma tey at vakumpakka fiskin.

Myndamaðurin hjá jn.fo hevur tikið nakrar myndir av virkinum.