Myndir: 07 Vestur vann 4-3 á B36

ítróttur24-09-2017 - 17:47 - Jóanis Albert Nielsen

Sigtór Petersen stóð í dag á odda fyri 07 Vestur liðnum, tá ið 07 Vestur tók móti B36 á Dungasandi.

John Frederiksen legði 07 Vestur á odda eftir 18. min. Benjamin Heinesen javnaði til 1-1 eftir 38. min. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki komu trý mál, fyrst legði Holgar Durhuus 07 Vestur á odda 2-1, so janvaði Erlendur Magnusson fyri B36 til 2-2, og so skoraði John Frederiksen aftur til 3-2.

Meinhard Olsen javnaði fyri B36 til 3-3 eftir 61. min. Í 86. min. legði John Frederiksen 07 Vestur aftur á odda, og vann 07 Vestur dystin.