Myndir: 07 Vestur og ÍF leiktu javnt

ítróttur03-03-2018 - 16:55 - Jóanis Albert Nielsen
Ein venjingardystur hevur í dag verið á Dungasandi í Sørvági. 07 Vestur tók móti ÍF, sum flutti niður í 1. deild í fjør. 

Einki mál kom í fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki komu bæði málini, sum komu í dystinum. ÍF legði seg á odda 0-1, seinni javnaði 07 Vestur til 1-1.