Myndir: 07 Vestur fyrireikar seg til EFFO-deildina

Myndir03-01-2017 - 20:15 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur hevði í kvøld sína fystu venjing úti í sambandi við fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, har liðið skal royna seg í EFFO-deildini. Ein hópur uppá 26 mans vóru til venjing, og allir teir nýggju útlendsku leikarnir vandu eisini við, Ken Fagerberg kom til landið fyrst í desembur. Thiago Borges Pinto kom til Føroyar í gjár, og Petter Bjørlund lendi í Vágum seinnapartin. 

Sonni Ragnar Nattestad vandi eisini við, hann fyrireikar seg til at fara til Norra at spæla við Molde.

Leikarnir hjá felagsliðnum í Vágum hava vant styrkivenjing í tveir mánaðir í venjingamiðstøðini VEN í Miðvági. 

Vit tóku nakrar myndir av venjingini á Valloyrini í Sandavági í kvøld.