Myndarøð: Fyrsti dagur í Torravikuni

Mentan20-02-2018 - 14:42 - Jóanis Albert Nielsen

Væl av fólki møtti til framsýningar, fyrilestrar og kjak á ársins fyrsta Torradegi, sum var í gjár. Her er myndarøð frá tiltøkum mánadagin.

Torravikan 2018 varð skotin í gongd við listaframsýning í Gamla seglhúsi, har 36 verk eftir Bárð Jákupsson hanga til søluframsýning alla Torravikuna. Framsýningin letur upp kl.14 hvønn dag og er ókeypis at vitja.

Posthúskjallarin er somuleiðis karmur um forvitnisliga framsýning - har verða nevniliga klæðir og myndir frá Blue Fashion Challenge sýnd fram alla vikuna. Klæðini er framleidd við tilfari úr sjónum - eitt nú kópaskinni, tara og fiskaskræðu, og myndirnar, sum prýða veggirnar hevur víðagitni mótafotografurin Tommy Ton tikið í Klaksvík og Vágoynni.

Framsýningin varð sett í gjár, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og síðan lat orðið til Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, sum lat framsýningina alment upp. Framsýningin er ókeypis at vitja og letur upp kl.14 hvønn dag í Torravikuni.

FYRILESTRAR OG KJAK Í BETRI

Í sambandi við Torradagarnar bjóðaði Betri til áhugaverdar fyrilestrar og kjak um útlitini á føroyska landgrunninum, við serligum atliti til botnfiskastovnarnar.

Tað vóru teir báðir Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Eyðun Hansen, skipari, sum greiddu frá. Eisini vóru onkrir spurningar og eygleiðingar, um hvussu fiskur ferðast, frá fólki í salinum.

Stjórin á Havstovuni greiddi frá havfrøðiligum viðurskiftum, magakanningum, yngulkanningum og øðrum viðurskiftum, sum verða tikin við, tá stovnsmetingar verða gjørdar.

Greitt varð frá stovnsmetingum, tilgongd, vøkstur og gróðri sum fyritreyt fyri stovnsvøkstri. Toska- og hýsustovnurin hava ikki havt tað gott í nøkur ár, men kanska er okkurt, sum nú týður uppá, at hýsustovnurin er í vøkstri, helt Eilif varðisliga fyri.

Upsastovnurin hevur støðugt verið væl fyri. Gulllaksastovnurin er næst mest fiskaði stovnur eftir upsan o.u. 14.000 tons. pr. ár

Umhvørvið, hiti og gróður í sjónum hevur alstóran týdning fyri stovnsvøksturin og fylgist væl við stovnsstøddini í mun til gróðurin ár undan ári.

Eyðun Hansen, skipari, hevur seinastu árini sett seg væl inn í føroyskan fiskiskap gjøgnum tíðirnar, og hevur onkuntíð sett spurnartekin við stovnsmetingar og arbeiðsháttin hjá Havstovuni.

Eyðun vísti í áhugaverdum og drúgvum søguligum yvirliti gongdina í fiskiveiðuni – eisini í mun til veður, heilt frá Kyndilsmessuódnini í 1620, tá ið fiskaloysi var í monga eftir hana. Ár 1800 var óvanliga gott ár við nógvum fiski og grindum.

Hóast kvotureguleringar nú hava verið í mong ár, er nøgdin av fiski ikki nøktandi í mun til, tá ið tað var frítt at fiska. Eyðun Hansen helt, at man skal vanda sær við at friða og ikki gagnnýta grunnarnar.

Eftir framløgurnar var prát um, hvussu fiskurin ferðast og onnur viðurskifti, ið hava sína ávirkan á fiskin og ferðingamynstur hansara.

Eisini bjóðaði Betri til ein frægari Torrabita sum matstovan, Fríða hevði borðreitt við ymiskum úr fiski, eitt nú rogn uppá drýl, ið er eitt av eyðkennunum í Torratíðini.

Torraskráin bjóðar aftur í dag fleiri spennandi tiltøk - til ber at lesa alla skránna áwww.klaksvik.fo/torradagar.