Mynd; Vivi Wang

Mykines: Tveir hagapartar eftir at ganga

13-10-2017 - 11:20 - Jóanis Nielsen

Í Mykinesi eru fjøllini hálvgingin, teir hava verið á Borgardali, Líðarhaga og Hólminum, skurðurin royndist hampuliga verður sagt.

Eftir at ganga eru Heimangjógv og Kálvadalur, eisini er Heimaranes, har 36 seyðir ganga eftir.

Skipanin í Mykinnesi er góðar 1,100 áseyðir.

Mykines er 40 merkur innan- og uttangarðs, kongsjørðin er 12 merkur og 9 gyllin, og ognin er 27 merkur og 7 gyllin.

Kongsið liggur í trimum festum:

Á Túvalið eru 4 merkur og 4 gyllin.

Handan Á eru 5 merkur og 4 gyllin.

Í Útistovu eru 3 merkur og 1 gyllin.

Líðarhagi er 12 merkurm 330 áseyðir + 15 í Hólminum - íalt 345 áseyðir, sum er 28 áseyðir á mørkina.

Kálvadalur er 7 merkur, 160 áseyðir + 30 í Hólminum - íalt 190 áseyðir, sum er 27 á mørkina.

Heimangjógv er 11 merkur, 270 áseyðir + 15 í Hólminum - íalt 285 áseyðir, sum er 26 á mørkina.

Borgardalur er 10 merkur, 260 áseyðir, sum er 26 á mørkina. Borgardalur er nú í tveimum pørtum.

Vivi Wang hevur tikið hesar frálíku myndirnar.