Nýggjastu


Mykines fekk ein sjógv í gjárkvøldið

vinna24-01-2020 - 23:34 - Jóanis Nielsen

Mykines, sum hevur verið í Rotterdam á verft í 4 vikur,  kom á Havnina mikukvøldið um 8-tíðina, Mykines bleiv liggjandi á Havnini til hósdagin, tí teir sluppu ikki frá bryggjuni í Havn fyri nógva vindinum.

Teir loystu so hósdagin og hildu norður í Djúpuni, komnir norðurum oyggjarnar settu teir kós vesturyvir, teir skuldu til Tórleifshøfn í Íslandi, veðrið var vánaligt og komnir nakað vestur í hav fingu teir ein sjógv, sum gjørdi, at teir valdu at venda aftur, teir vóru tá staddir í ein uútnyðring úr Barðinum, veðrið var sera vánaligt við nógvum vindi av útnyðringivestri, teir komu á Havnina aftur seinnapartin fríggjadagin.

Skipið hevur fingið nakað av skaða, men vit vita ikki hvussu umfatandi skaðin er.