Musikkskúlin verður nú bygdur

mentan30-03-2017 - 20:13 - Jóanis Nielsen

Nú verður farið undir at byggja nýggjan musikkskúla við Landavegin í Havn.

Í Oktober mánað í 2016 varð verkætlanin boðin út, og tilboðini komu inn í desember 2016.

Síðani tá hevur býráðsval verið – og vegna tess, at nýggj samgonga er skipað í Havn, hava vit bíðað í spenningi, um nýggja samgongan fór at taka av tí lægsta tilboðnum, sum má metast at vera gott og realistiskt. Lægsta boð átti Húsavarðatænastan.

Á Býráðsfundi í kvøld fara vit at viðgera eitt mál, har tilmælt verður at taka undir við lægsta tilboðnum, sum kom inn í fjør, og at fara til verka – og tað eru sera gleðilig tíðindi. Tí eg ivist ikki í, at tað fer at verða samtykt. Musikkskúlin hevur ómetaliga stóran týdningin fyri ungdóm og mentanarlív í Tórshavnar Kommunu.

Orsøkin til Musikkskúlin hevur tikið longri tíð enn ætlað er, at vit vildu tryggja, at hann lýkur tey krøv, sum eiga at verða sett til ein framkomnan musikkskúla. Til tess var neyðugt at gera nakrar týðandi broytingar.

Samanumtikið er skúlin vorðin eitt sindur størri enn upprunaliga ætlað, og samanspælshøllin er framtíðartryggjað og kann hýsa stórum framførslum og orkestrum.

Tað kemur at gagna teimum 7-800 næmingum, sum hvørt ár hava sína dagligu gongd á musikkskúlanum, og ikki minst musikk- og mentanarlívinum í Havn.

Staðsetingin á Landavegunum skamt frá nýggja skúlanum á Fløtum, Glasir og skúlanum á Argjahamri fer at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi. Og bussleiðin tryggjar øllum ungdómi í Havn góðar atkomumøguleikar til skúlan.

Býráðið hevur seinastu árini sett av játtan av til hesa íløgu. Og nú er semja um, hvussu restina av fíggingini skal skipast. Í 2017 er tørvur á 26 milliónum, í 2018 er tørvur á 44,7 mió, og í 2018 eru 18 mió settar av til at gera verkætlanina lidna.

Ein nýggjur musikkskúli er ein íløga, sum leingi hevur haft høga raðfesting í Tórshavnar Kommunu. Og tað er við stórum spenningi at vit bíða eftir at kunna fara í gongd við hesa týðandi verkætlan.

Helena Dam á Neystabø, Býráðslimur.