Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um Málráðið

Politikkur05-12-2018 - 07:18 - Jóanis Albert Nielsen

2. mai 2012 varð lóg um málráð samtykt á Løgtingi. Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.

Henda lóg kom í gildi 1. jan. 2013.

Í §10 í lógini stendur í 3. stykki, at landsstýrismaðurin eftir trimum árum skal leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Nú eru skjótt 6 ár liðin, síðan lógin kom í gildi, men enn er eingin frágreiðing løgd fyri tingið. Tí verða hesir spurningur settir landsstýriskvinnuni.

1. Nær verður frágreiðing sambært §10, stk. 3 í løgtingslóg um málráð løgd fyri Løgtingið, og hví er hetta ikki gjørt, nú nærum 6 ár eru farin, síðan lógin kom í gildi?

2. Er nøkur kanning gjørd, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg?

Munnligur fyrispurningur til løgmann um løgtingsmál nr. 117/2016, “Uppskot til samtyktar um trúboðanarvirki v.m.”

15. mai 2016 samtykti eitt nærum einmalt løgting uppskot til samtyktar frá undirritaða um trúboðanarvirki v.m.

Løgtingið heitti við hesari samtykt á landsstýrið um at fyrireika og leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skulu tryggja, at føroyingar, sum eru uttanlands í manngóðum arbeiði, varðveita øll síni vanligu rættindi í Føroyum.

Í viðmerkingunum varð víst á, at tað eru nógvir føroyingar, sum millum ár og dag hava verið, og mangir eru framvegis uttanlands í trúboðanar- og øðrum hjálpararbeiði, og mong ofra meginpartin av sínum tilkomna lívi í menningarlondum undir sera fátæksligum og primitivum umstøðum fyri at hjálpa illa støddum menniskjum bæði andaliga og tímiliga.

Endamálið við uppskotinum var at fáa landsstýrið at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot á fleiri økjum ella at gera eina serlóg soleiðis, at føroyingar, sum eru uttanlands í slíkum arbeiði, kunnu varðveita síni vælferðarrættindi í heimlandinum.

Nú ið hálvtannað ár er farið, síðan henda samtykt varð gjørd, verður við hesum fregnast eftir, hvussu langt er komið við málinum.

1. Hvussu langt er komið við arbeiðinum í sambandi við løgtingssamtyktina um trúboðanararbeiði v.m.?

2. Nær kann roknast við, at lógaruppskot í hesum sambandi verða løgd fyri tingið?

Á Løgtingi, 5. des. 2018,

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður