Munnligur fyrispurningur til Kristinu

Politikkur23-10-2018 - 07:34 - Jóanis Albert Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu

1. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um at gera avtalur við kommunurnar um at fíggja grundstykkir til tey, sum vilja byggja bústaðir?

2. Eru líknandi loysnir partur av fráboðaða bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum?

Bústaðarneyðin er mest áleikandi politiska málið nú. Higartil hava politisku átøkini munað alt ov lítið. Í búskaparfrágreið II, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fyri Løgtingið í sambandi við fíggjarlógina fyri 2019, verður upplýst, at við verandi fólkavøkstri kann tørvurin á nýggjum bústøðum í landinum metast til í minsta lagi um 300-500 bústaðareindir um árið. Samstundis verður sagt, at helst verða umleið 150-200 bústaðareindir bygdar árliga og at hesar eru ov fáar eindir til at nøkta tørvin á nýggjum bústøðum. Við at byggja færri bústaðareindir árliga enn tørvurin er, veksur trupulleikin ár eftir ár. Út frá nevndu upplýsingunum frá landsstýriskvinnuni sjálvari kann leysliga metast, at eftir 4 árum økist bústaðarneyðin við umleið 800 bústaðareindum.

Eitt av fleiri hugskotum, sum hevur verið frammi, er at landsstýrið ger avtalu við kommunurnar um at útvega grundstykki til tey, sum ynskja at seta føtur undir egið borð. Grundstykkir í meginøkinum eru eftirhondini vorðin so dýr, at tey einsamøll koppa fíggjarætlanini hjá mongum. Um fólk sleppa undan at lána pening at keypa grundstykkir fyri, men heldur gjalda leigugjald fyri grundstykkið, vildi hendan einfalda loysnin í sjálvari sær loyst fíggingartrupulleikan hjá fleiri.

Landsstýrið missir ikki pening við at plasera alment fæ í føstum virðum so sum grundstykkjum. Tað er bara ein annar máti at goyma landskassans fæ, men kann í ávísan mun seta glið á privata bústaðarbygging.

Bill Justinussen