Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann

politikkur22-08-2017 - 15:48 - Jóanis Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann

1) Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum, hvørjar høvuðsbroytingarnar eru í fiskivinnunýskipanaruppskotinum, sum í næstum verður borið Løgtinginum, í mun til áður framlagda uppskotið, sum fall burtur, tá Løgtingsformaðurin sendi Løgtingið heim, áðrenn málið var endaliga avgreitt frá Løgtinginum?

2) Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinum, um semja er í samgonguni um fiskivinnunýskipanaruppskotið, sum verður borið Tinginum í næstum.

3) Er tað rætt, sum borið er fram, at nøkur ella øll tingfólkini í samgonguni hava skrivað undir eitthvørt skjal, sum hevur samband við fiskivinnunýskipanaruppskotið, sum í næstum verður borið Løgtinginum? Um ja, hvat stendur í undirskrivaða skjalinum?

Løgmaður boðaði í Ólavsøkurøðu síni frá, at fiskivinnunýskipanaruppskotið verður borið Løgtinginum um stutta tíð. Enn er lítið at frætta um innihaldið í uppskotinum, hóast tað skjótt bert eru 4 mánaðir eftir til 1. Januar 2018.

Tó er enn einaferð komið fram, at samgongan er samd. Fjølmiðlarnir hava seinastu tíðina boðað frá, at fleiri tingfólk í samgonguni hava váttað, at tey hava skrivað undir eitthvørt skjal, sum bindur tey til at taka undir við fiskivinninýskipanaruppskotinum, sum verður borið Løgtinginum í næstum.

Bill Justinussen