Munnligur fyrispurningur frá Jørgen Niclasen

politikkur22-02-2017 - 08:54 - Jóanis Nielsen

Munnligur fyrispurningur

til

Høgna HoydalLandsstýrimann

 

viðvíkjandi línuskipunum undir Íslandi


1. Ætlar landsstýrimaðurin at broyta reglurnar viðlanding uttanlands, so tíðarskeiðið fyri loyvdu25% verður 12 mánaðir ístaðin fyri núverandi 4 mánaðir? 

Viðmerkingar:

Høgni Hoydallandsstýrismaður hevur undirskrivaeina fiskiveiðiavtalu við Ísland, har føroysk nótaskipvera tvungin at landa í Íslandihóast prísurin í Føroyum er hægri

Á hini síðuni krevur sami landsstýrimaður, at føroysku línuskipini, sum fiska undir Íslandi, skululanda í Føroyumhóast prísurin er betri í Íslandi

Líniskipni hava loyvið at landa í mesta lagi 25% í útlandinumReglan er, at hettta verður roknað út fyrimánaðir í sennLínuskip ynskja ikki at broyta tey25%, men spyrja um landsstýrimaðurin kann broytatíðarskeiði til 12 mánaðir ístaðin.

Línuskip vísa á, at tað er serliga tyngjandi fiskaverður vestanfyri ÍslandHýsuprísurin er í løtuninógv hægri í Íslandi enn í Føroyumumframt at siglingarleiðin er long. Av fiskileið tekur tað 3,5 døgn at sigla heim og 3,5 døgn aftur á fiskileiðTaðmerkir, at skipini missa eina heila viku av fiskitíðfyri hvønn túr

Línuskip eru partur av flotanum, sum hevur havttruplar tíðir og  er spurningurinumlandsstýrismaðurin ætlar at gera hesa lítlu broyting

 

20. februar 2017

 

Jørgen Niclasen

løgtingsmaður