Munandi færri føroysk lesandi í Danmark

16-11-2018 - 12:49 - Jóanis Albert Nielsen

Fallið hevur verið støðugt seinastu árini og heili 27 procent tilsamans, vísir eitt svar til Javnaðarflokkin frá danska ráðharranum fyri útbúgving og gransking.

Føroyingar leita sær ikki í eins stóran mun til Danmarkar at lesa. Nýggjastu tølini eru fyri árini 2013 til 2017. Og tey vísa, at talið av føroyskum lesandi hesi 5 árini hevur verið støðugt fallandi – úr 986 í 2013 og niður í 721 í 2017. Tilsamans er talan um 265 færri lesandi, ið svarar til 27 procent.

Einans talið av lesandi á styttri víðarigangandi útbúgvingum hevur verið toliliga støðugt. Í øllum hinum bólkunum av útbúgvingum er talið af føroyskum lesandi minkað munandi.

- Tað skerst neyvan burtur, at stóri búskaparvøksturin í Føroyum seinastu árini helst er ein høvuðsorsøk til gongdina. Men vit hava eisini ment útboðið av útbúgvingum í Føroyum, so færri hava fyri neyðini at fara av landinum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking til svarið frá Tommy Ahlers, ráðharra fyri útbúgving og gransking.

Í svarinum verður upplýst, at tølini eru fyri danskar ríkisborgarar, ið eru føddir í Føroyum. Samlaða talið er tó helst nakað hægri.

Føroyingar, ið eru føddir uttanlands – til dømis meðan foreldrini hava verið lesandi – eru ikki við í hesum hagtølum. Ikki øll, men summi av hesum hava verið búsitandi í Føroyum, áðrenn tey eru farin undir útbúgving í Danmark.

Tí varð annars spurt til talið av tilflytarum úr Føroyum, sum vóru innskrivaði á donskum lærustovnum. Svarið frá ráðharranum tók ikki heilt hædd fyri hesum.

- Hetta eru áhugaverd tøl og - ber tað til - hevði tí verið gott, um vit kundu fingið tey eitt sindur neyvari, sigur javnaðartingmaðurin, sum fer at venda sær til ráðharran um málið.

Javnaðarflokkurin