Mum's nightout og bindicafé

mentan01-11-2017 - 15:41 - Jóanis Nielsen

Hóskvøldið kl. 8 verður tiltak fyri mammur.

Barbara Joensen, ið er frá USA og er gift Marna Joensen úr Sørvági, skipar fyri einum kvøldi fyri mammur at børnum, frá nýføðingi til 16 ár.
Eitt kvøld við práti og hugna og møguleika fyri at keypa sær av tí ið café Manna hevur at bjóða.
Tosað verður bæði á enskum og føroyskum.
Eitt líknandi tiltak var 18. okt. og var tað væl móttikið og hugnaligt.
Tiltakið er frá kl. 20 til 22.
Allar mammur eru vælkomnar.

Bindicafé

Leygardagin 4. nov. Kl. 10 skipar Handalag fyri bindicafé á café Manna í Miðvági.
Høvi verður at keypa sær morgunmat.
Øll eru vælkomin, eisini um ein ikki er limir.
Handalag vil við hesum tiltaki bjóða til eina hugnaliga løtu, við ella uttan stokkar.
So øll eru vælkomin.