Móttøka fyri Special Olympics-liðnum

ítróttur21-03-2019 - 11:26 - Jóanis Nielsen

Móttøka fyri Special Olympics-liðnum.

Parasport skipar fyri almennari móttøku á flogvøllinum, nú føroysku ítróttafólkini koma heim frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi.

Føroyingarnir hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum.

Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum.